Landsverk vil hava samband við evnarík fólk, ið hava ambitiónir og tankar um, hvussu Føroyar kunnu víðarimennast. Tí bjóðar stovnurin lesandi og øðrum við hollum útbúgvingum, ið liggja inni við møguligum hugskotum, ella ynskja at menna hugskot, um at koma við teimum.
Eitt nú um, hvussu ein nýggjur føroyskur arkitekturpolitikkur kann orðast, ella hvussu menningin av føroyska infrakervinum kundi verið skipað.
Umframt at hava vitjað tekniskar skúlar í Føroyum, roynir Landsverk at birta uppundir at fáa lesandi uttanlands at vera við í eini kapping um góð hugskot, sum stovnurin kann seta í verk.
Í hesum sambandi skipar Landsverk í samstarvi við Føroyahúsið í Keypmannahavn fyri tiltaki í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 8. november frá klokkan 18-20.
Her fara Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri infrakervi, og Mikael Viderø, leiðari á byggideildini, á Landsverki at kunnu um hugskotskappingina, ið hevur fingið heitið “BYGG LAND!." Aftaná verður høvi at seta spurningar og kjakast um evnið, har Kári Mikkelsen verður orðstýrari.
Landsverk luttekur somuleiðis á Jobmatch 2013 á Østrøm 30. desember, har umframt hugskotskappingina, eisini ber til at kunna seg um starvsmøguleikar á Landsverki sum heild.
Vinnarar av kappingini 2012/2013 avmyndaðir herundir. Frá vinstru Eyðun Eliasen, arkitektur, sum gjørdist nummar tvey, Theresa Jákupsdóttir, lesandi, sum vann kappingina, og Sonni Sejer, verkfrøðingur, ið fekk triðjaplássið.