19-12-2023
H2-skurð seingjardeildin í nýggja H-bygninginum tikin í nýtslu
Hátíðarløta var fyri starvsfólkum á landssjúkrahúsinum týsdagin 12. desember, tá ið nýggja seingjardeildin á H-bygninginum var tikin í nýtslu.

Røður og tónleikur var á skránni, eisini høvdu starvsfólkini í køkinum á landssjúkrahúsinum gjørt ábit til hátíðarløtuna. 

 
Her er ein brellbita úr taluni, sum Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk helt: 
 
"Góðan dagin øll somul

Takk fyri at so nógv eru møtt í dag.

Tað at verða byggharri á einum slíkum háteknologiskt og Føroya størsta almenna byggiverkætlan, er ikki so lítið útfordrandi. Vanliga verður takka til seinast, her geri eg eitt undantak. Tit Landsverk fólk, ið hava átikið tykkum og ótroyttiliga hava skapt og stýrt hesi verkætlan. Takk til tykkum øll.

Víðari....

Tað at verða partur av slíkum háteknologiskum verkætlanum er ein framíhjá rættur. Uttan at taka dagar ímillum, so er hetta bygningsverk, ið vit eru við at taka lutvíst í nýslu tað mest háteknulogiska byggjarí í Føroyum til dags dato. 

Eg kendi tann tekniska partina av sjúkrahúsverkinum langt áðrenn áðrenn eg bleiv partur av hesum, sum stjóri á Landsverk. Mítt fyrsta starv sum verkfrøðingur var hjá donsku ráðgevarafyritøkuni Birch & Krogo, ið var stovað ca. 10 ár áðrenn Dronning Alexanda Hospital var bygt.

Víðari...

Landstýrisfólk á økinum og eigarar av sjúkrahúsverkinum, eiga stórt rós uppiborðið fyri teirra tilvit, um at brúka og geva teimum føroysku ráðgevunum og teknisku serfrøði møguleika at bjóða seg fram, at byggja eitt sjúkrahús sum hetta. Ein menning, ið kann takast við sær víðari til aðrar verkætlanir í Føroyum.

Tað er ikki neyðugt at verða psykolog ella sosiolog fyri at vita, at tað sum er vakurt ger nakað við okkum. Hesin bygningur hevur nakað til okkum øll.

Tað, ið vit taka í nýslu nú í dag er H2-skurð seingjarstovur, ið eru ein 5-daga deild. 10 einastovur og egið vesi.

Her er eitt fantastiska gott útsýnið. Arkitekturin ger sum sagt eitt ella annað linnandi við okkum. Patientterminalur sum t.d. ger, at sjúklingurin kann samskifta við køkin um val- og frával av mati. Hetta er ein fantastiskur møguleiki og vóni eg, at tað er hjálp til tey, ið liggja sjúk.

Vit fara nú stigvíst at avhenda ein part av hesi verkætlan, ið av røttum kann sigast at vera komplekst, men hevur tað kortini eydnast at koma á mál.

Takk fyri øll somul. Serliga tann politiska skipanin, ið hevur útvíst serligt tol og stórsinni við hesi verkætlan. Starvsfólk á Sjúkrahúsinum, Landsverk, ráðgevaratoymum og verkafólk. Takk fyri øll somul og tillukku, at vit nú eru komin so langt.

Takk fyri.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk"

Úrslit: