07-06-2023
Hakin verður settur í til út- og umbygging av Miðnámi á Kambsdali í dag
Hátíðarhald verður í dag kl. 15:00.

Kl. 15 í dag verður hakin settur í til út- og umbygging av Miðnámsskúlanum á Kambsdali. 

Skráin verður hendan: 
  • Umboð frá Landsverki bjóðar vælkomin
  • Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, ber fram røðu
  • Tónleikainnslag
  • Rektarin á Miðnami á Kambsdali ber fram heilsu
  • Landsstýrismaðurin loysir síðani fyrsta flagi
  • Miðnám á Kambsdali bjóðar kaffi og køku á skúlanum

Øll eru vælkomin. 

Úrslit: