Húsið lat upp kl. 13:00 og sjálvt hátíðarhaldið byrjaði kl. 15:00. Nógv fólk møttu upp, at síggja nýggja og snotuliga heimið á Kvíggjartúni.
Røður og tónleikur varð á skránni, eisini fingu fólkið kaffi, te og okkurt gott omaná.
"Vælkomin øll somul
Tað er eitt sindur serligt at standa her í dag. Tað verður sagt: “tað er hart at verða skóti í Havn”, men tað kunnu onnur døma um. Fyri mítt viðkomandi var tað, og er, stuttligt at vera skóti í Havn.
Eitt sera spennandi stað fyri okkum skótar, var at brúka heilar leygar- og sunnudagar runt Porkerisvatn, ið liggur nakað omanfyri fyri okkum.
Tað ið eg hugleiði um, hvussu økið sá út fyri 40/50 árum síðani, vóru her ikki nógv hús. Alt var hagi runt umkring.
Tá vit hildu leiðina frá Sandágerði niðan á Klingrutjørn, komu vit inn á gøtu Kirkjubøar, og við at halda fram eftir gøtuni, komu vit beint á Porkerisvatn.
Leiðin úr Sandágerði niðan á Klingrutjørn, er beint ígjøgnum her vit standa í dag. Tú hevði Rossá, ið vit síggja partar av, á vinstruhond tá tú gongur niðan á Klingrutjørn.
Økið ið vit eru á nú, var sjálvandi einaferð hagi og uttanfyri gomlu bøgarðarnar á Argjum. Partar av gamla bøgarðinum sæst enn har. Ein rætt var eisini her her á leiðini, men er burtur í dag.
Omanfyri her vit standa, stóð gamli brunnurin, har vatn frá Rossá og Tvættá var leitt í, brunnurin var niðurtikin fyri nøkrum árum síðan.
Brunnurin var eitt “varamerki” fyri Argir, tí hann var so eyðkendur. Argjamenn høvdu sjálvir stoypt hann, so tað bar til at fáa vatn til tey fáu sethúsini, sum vóru á Argjum tá.
Alt økið uttanfyri bøgarðin var hagi. Tann bøgarðurin, sum sæst beint við Kvíggjartún er lagaður eftir 1900, tí innlegging sæst ikki á kortinum frá 1900 ið eg havi hugt í.
Beint her, sum Kvíggjartún liggur, spældu argjabørnini javnan, men tað var líkasum eitt sindur úti í villmarkini, tí eingin búði har á leiðini.
Hetta hevur eisini verði torvheiðar, tí eg síggi kráirnar á tí gamla kortinum. Tað ið er áðhugavert er at flestu argjamenn høvdu lut longur suðuri í dalinum. Tað kann vera, at tað eru fólk í Havn ið hava grivið torv og hava havt sína kráir har á leiðini.
Hvat er hetta fyri stað, ið vit standa við nú, ið er kalla Kvíggjartún, ið er eitt sera vakurt og væl valt navn. Men hvat eru er kvíggjar?
Sverri Dahl, skrivar í einum Fróskaparriti umleið í 1970, eina grein ið hann kallar “ Um ægirsstaðir og ægirstoftir” Ikki tykkum at siga so arbeiddi Sverri nógv við víkingastaðseting, har staðarnøvn siga søguna um staðið.
Sverri Dahl er sonur próstin Jákup Dahl, hann ið umsetti bíbliuna, og er uppvaksin stutt her frá á prestagarðinum niðri á Sandágerði. Og hvør veit, um ikki hesar Kvíggjar ikki eisini vóru hansara spælipláss, tí tað er ikki langt niðan hagar.
Hann skrivar í hesi grein um Kvíggjar. Kvíggjar eru er eitt stað, ið menniskaskapt so ella so. Td. har neyt høvdu sítt náttarstað tá, tey vóru send í hagan um summarið. Kvíggjar er stað har neytini høvdu tað fjált summarnætur, og har tey vórðu mjólkað morgun og kvøld.
Tey orð, ið vit velja at siga við hvønn annan, hvat vit nevna og kalla støð, skapar myndir so vit síggja hvat verður sagt.
Tí takki eg tykkum og tykkara tilviti at kalla staðið Kvíggjartún, ið er ímyndin av nøkrum, ið er menniskaskapt og er fjálgt.
Betur navn kann ein ikki hugsa sær fyri eitt slíkt fjálgt heim, har fólk skulu búgva og virka.
Hetta fjálga staði Kvíggjartún, kann hýsa 6 búfólkum, og eisini er pláss fyri 6 umlættingarplássum. Her er ein virkiseind til dagtilhald, við plássi fyri 15 børnum og ungum. Eisini er ein starvsfólkaeind, umframt smærri uttandura spæliøki.
Sjálvur bygningurin er 976 fermetrar samanlagt, men er bygdur sum tríggir býlingur ið er skapa sum ein heild.
Sum allar slíkar byggiverkætlanir so hevur hendan eisini havt eina langa tilgongd:
Arbeiðstakarar:
Tíðarætlan:
At enda við eg takka ánarnum av bygninginum Almanna- og mentamálaráðið fyri gott samstarv í samband við hesa byggiverkætlan.
Almannaverkið sum brúkari av bygninginum, búfólk, brúkarar, avvarðandi og starvsfólk - góða eydnu við bygninginum
Takk til tykkum ráðgevar og handverkarar ið hava fingið hetta til.
Seinast vil eg takka okkara egnu starvsfólkum á Landsverki - og serliga Heina Egholm og Helenu Johannesen, ið hava hildið fast í verkætlanini alla tíðina.
Tillukku til okkum øll somul og takk fyri at tit lýddu á."