Tá farið verður undir at byggja, verða atlit ikki altíð tikin at framtíðar rakstri og nýtslu. “Commissioning” mannagongdin leggur dent á at hava hesi atlit við í allari byggitilgongdini. Eisini verður dentur lagdur á at tryggja, at tøkniligar skipanir verða eftirkannaðar leypandi, meðan bygt verður. Við hesum tryggjar tú, at atlit eisini verða tikin at orkunýtsluni og inniluftini í bygninginum. Harumframt tryggjar tú eisini, at karmarnar um virksemið í bygninginum eru vælvirkandi, og at eingir manglar og feilir eru, tá bygningurin verður handaður brúkarunum.
Tað verða Rolf Simonsen frá Værdibyg, og Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari á Sundsverkinum, sum leggja fram um hetta evnið. Møguleiki verður eisini at seta spurningar.
Talan er um eitt óformelt og upplýsandi tiltak, har tú eisini fært møguleikan at hitta onnur í byggivinnuni.
Tiltakið verður í kantinuni hjá Landsverki á Tinghúsvegi 5, hósdagin 19. apríl, kl. 15.00.
Vit gleða okkum at síggja teg.