09-10-2014
Herverk á bussskýlir

HERVERK: Tað kemur javnan fyri, at rútarnir á busskýlum kring landið verða knústir. Fyri tveimum vikum síðani varð herverk framt á bussskýlini í Gøtugjógv og í Syðrugøtu.

 

Rútarnir vóru síðani skiftir, men í hesi vikuni var aftur galið. Fleiri rútar eru nú aftur brotnir.

 

- Hesar hendingar hava verið afturvendandi í longri tíð. Vit royna at halda tingini í góðum standi, og tí er tað spell, at onkur á slíkan hátt ger seg inn á hetta, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari á Landsverki.

 

Hann sigur, at stovnurin hevur meldað onkrar av tilburðunum til løgregluna, men ásannar, at tað kann vera torført hjá løgregluni at finna tey seku í slíkum førum. Heitt verður tí eisini á fólk um at boða Landsverki ella løgregluni frá beinanvegin, um tey vita nakað um hesar hendingar.

 

- Tað er spell og kostnaðarmikið, at landsins ognir verða viðfarnar á slíkan hátt, sigur Árni Jacobsen.

 

Um nakar veit nakað um hetta málið ber til at ringja til Árna Jacobsen, økisleiðara fyri Norðurøkið, á tlf. 290 920 ella kunningartænastuna á tlf. 290 805. 

Úrslit: