Millum jóla og nýggjárs verður starvsstevnan Jobmatch aftur á skránni. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. desember frá klokkan 12. Sum undanfarin ár luttekur Landsverk aftur hesaferð við bási í høllini.
Endamálið við Jobmatch er at skapa eitt 'match' millum føroysk arbeiðspláss og føroysk lesandi úti og heima, soleiðis at føroyska vinnan og stovnar fáa ágóðan av teimum førleikum, sum ungir føroyingar hava nomið sær á lærustovni.
Landsverk hevur seinnu árini havt lærlingar innan bæði skrivstovuyrkið og handverk og eisini havt fleiri starvslesandi á stovninum. Afturat hesum hevur stovnurin eggjað teimum lesandi til at skriva uppgávur í samstarvi við okkum. Á henda hátt verður roynt at skapa karmar fyri teimum lesandi, ið sleppa at royna seg á einum arbeiðsplássi undir lestrartíðini.
Í ár hevur Landsverk valt vetrarhald sum høvuðsevni á básinum, har greitt verður frá øllum tí tekniska á hesum øki nú og í framtíðini.
Kom í Norðurlandahúsið tann 28. desember, og hoyr nógv meira um hetta og onnur spennandi virkisøkir og møguleikar á Landsverki og um fjøltáttaða og spennandi arbeiðsplássið á stovninum.
Landsverk verður á bási 35 í høllini, og JobPrát kunnu longu nú bíleggjast umvegis heimasíðuna: https://www.jobmatch.fo/bilegg-eitt-jobprat-longu-nu/