05-05-2021
Hvalbiartunnilin verður tikin í nýtslu
Leygardagin 8. mai 2021 verður hátíðarhildið, at Hvalbiartunnilin verður tikin alment í nýtslu.

Dagurin byrjar við Roynhøllina í Hvalba, har boðið verður til morgunmat við rundstykkjum og køku. Eisini verður okkurt søtt til børnini, umframt at hoppiborgir vera á økinum.

Síðani verður farið til tunnilsmunnan, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, bera fram røðu.

Hornorkestur spælir til hátíðarhaldið, og áðrenn landsstýrismaðurin klippir snórin, fer hornorkestrið at framføra nýggja tónleikaverkið “Hvalbiartunnilin” eftir Atla Petersen.

Fyrst at koyra ígjøgnum tunnilin verða Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og Allon Næs, beiggi hennara, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini. Tað verður Allon sjálvur, sum koyrir.

 

Skráin fyri almenna hátíðarhaldið:

Kl. 09:00                      Leigubussar koyra frá Drelnesi til Roynhøllina í Hvalba.

Kl. 09:00 – 11:00      Morgunmatur við Roynhøllina í Hvalba.

                                        Bussar koyra frá Roynhøllini til tunnilin.

Kl. 11:30 – 12:00       Røður og horntónleikur við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.

Kl. 12:00                       Allon og Betta koyra ígjøgnum tunnilin.

                                        Rennarar og fólk til gongu fara ígjøgnum tunnilin.

                                        Bussar koyra gongufólk frá viðarlundini í Trongisvági til Hvalbiar

Kl. 12:30                       Ellisakfør og motorsúkklur koyra ígjøgnum tunnilin.

Kl. 13:00                       Tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu.

Úrslit: