22-11-2024
Í felag kann byggivinnan skapa burðardyggar broytingar
Mynd: ÓJH Consult
Góða undirtøkan fyri ráðstevnuni “Bygg eina broyting” vísir, at stórur áhugi er fyri at skapa eina meiri burðardygga bygging og planlegging í Føroyum. Ráðstevnan bleiv skipað av Byggiharrasamtaki Føroya, sum arbeiðir við at menna byggivirksemið.

Byggiharrasamtak Føroya ynskir eina burðardygga leið

Hóast vit vita, at tað bæði er umráðandi og átrokandi at smíða eina betri og burðardyggari framtíð, so eru vit í dag afturúr, tá tað kemur til at seta átøk í verk, sum tryggja eina burðardygga kós. Spurningurin er, hvørjum vit bíða eftir? Tí broytingar kunnu fremjast, hóast vit ikki hava eitt lógargrundarlag, sum krevur tað av okkum.

Byggiharrasamtak Føroya ynskir at taka størri ábyrgd og vísir á, at allir partar í byggivinnuni mugu samstarva á burðardyggu leiðini. Tann 7. novembur varð ráðstevnan “Bygg eina broyting” tí sett á breddan, fyri at umrøða nærri, hvussu byggiharrar, kommunur, feløg og fyritøkur kunnu tryggja, at bygging og planlegging gerst meiri burðardygg.

Tilgongdin til burðardygga skiftið

Á ráðstevnuni varð lagt út við framløgum frá trimum donskum serfrøðingum innan bygging, planlegging og burðardygd:

Vibeke Grupe, sum er arkitektur og høvuðsráðgevi hjá Danske Arkitektvirksomheder, greiddi frá umhvørvisligu, sosialu og fíggjarligu avleiðingunum, sum raka okkum, tá vit nýta meiri enn, tað jarðarinnar umhvørvi evnar at geva. Hon legði dent á týdningin av at arbeiða við framtíðini í huga, umframt at arbeiða við burðardygd tíðliga í verkætlanartilgongdini. Støðan á klótini merkir, at vit eru noydd til at velja eina nýggja leið, og at fylgja henni.

Malene Freudendal-Pedersen, sum er professari í býarskipan á Aalborg Universitet, greiddi frá um planlegging sum amboð til burðardygga menning. Hon mælti til at bjóða vanligu tankagongdini “business as usual” av, har umstøður fyri bilar og fíggjarligan vøkstur fáa loyvi til at spæla ein sjálvsagdan og alráðandi leiklut í býarmenningini. Heldur skula vit gera býir, ið eru umhvørvisvinarligir og taka størri atlit til menniskjað.

Nina Koch-Ørvad, sivilverkfrøðingur í bygningssniðgeving, og verkætlanarstjóri hjá Værdibyg, vísti á fleiri ‘Skjótt syftar seiðir’, sum byggiharrar, ráðgevar og arbeiðstakarar kunnu nýta, fyri at gera byggiverkætlanir burðardyggari.

Hvussu koma vit í gongd?

Tiltakið endaði við einum pallborðskjaki um, hvussu vit koma í gongd við veruliga burðardygga skiftið innan bygging og planlegging. Í kjakinum luttóku Heidi Poulsen, stjóri á MAP Arkitektum, Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari hjá J & K Petersen, Marita Súsanna Hentze, tekniskur leiðari í Runavíkar Kommunu og Sonni Seyer, leiðari fyri Bygging og Nýgerð á Landsverki. Óluva Zachariasen var orðstýrari.

Ein av avbjóðingunum, sum varð nevnd í kjakinum var, at vit ikki hava eina felags fatan av, hvat burðardygd merkir í føroyskum høpi – hvørki tá tað snýr seg um byggiverkætlanir ella planlegging. Her átti Bygningskunngerðin at verði dagførd. Eisini skuldi man innan bygging gjørt burðardygdargóðkenningar, sum hóska til føroysk viðurskifti. Harumframt vantar lógarkarmur, sum setur ferð á burðardygga skiftið.

Tíðarætlanir og kostnaður eru ofta ein forðing fyri burðardyggu leiðini. Byggiharrar, kommunur, feløg og ráðgevandi fyritøkur kunnu somuleiðis leggja størri dent á at vegleiða politikarar um, hvør burðardygg leið er gagnlig, og gera greitt, hvørji virði burðardyggar loysnir kunnu geva eitt nú brúkaranum, lokalumhvørvinum og náttúruni. Byggiharrin hevur eina serliga ábyrgd, tí tað er hann, sum setir karmarnar um eina verkætlan, tá boðið verður út. Eisini kommunur spæla ein avgerandi leiklut, tá strategiska leiðin fyri býarmenning og -skipan verður løgd.

Víst varð eisini á, at tað eru nógvar góðar royndir og vitan at heinta hjá ymisku leikarunum innan bygging og planlegging, og at breið semja er um at skapa eina burðardygga leið. Um vit byrja at arbeiða tættari saman og deila vitan við hvønn annan – eisini tíðliga í tilgongdini – so kunnu vit skapa veruligar broytingar, ið gagna samfelagnum.

Myndir: ÓJH Consult


 

Byggiharrasamtak Føroya er eitt áhugafelag, har almennir og privatir byggiharrar, ið hava eina virkna og professionella tilgongd til vinnuna, hava møguleika fyri limaskapi. Í løtuni er hesin limaskapur settur saman av Landsverki, sum hevur formansskapin, SEV, Bústaðir, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, og tær fimm kommunurnar: Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Eystur-, Runavíkar- og Fuglafjarðar kommuna.

 

 

 

 

Úrslit: