18-01-2024
Innbjóðing til móttøku í nýggja heiminum Kvíggjartún á Argjum
Heimið á Kvíggjartún á Argjum er klárt at taka í nýtslu, og í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku fríggjadagin 19. januar kl. 15.00.

Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

Húsið verður opið frá kl. 13.00 hendan dagin, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar kl. 15.00.

Kvíggjartún er karmur um bú-, frítíðar- og umlættingartilboð til børn og ung við autismu. 

Kvíggjartún kann hýsa 6 búplássum, 6 umlættingarplássum og eini virkniseind til dagtilboð við upp til 15 børnum og ungum og eini starvsfólkaeind. Húsið er býtt í tríggjar eindir við smáum spæliøkjum uttanfyri.  

Úrslit: