26-08-2015
Innsigling til Skopunar havn ruddað
SIGLINGARLEIÐ: Fyrst í vikuni vórðu teir seinastu av teimum stívu 600 rúmmetrunum av gróti í innsiglingini til Skopunar havn fingnir av vegnum. Arbeiðið hevur tikið umleið tríggjar vikur, og hevur gingið væl.

Uppgávan hevur fevnt um at rudda innsiglingina niður til 7,2 metrar dýpi í ein vinkul á 36 stig eystan fyri uttasta grótkastið. 

 

Í fjør varð innsiglingin ruddað á sama hátt, men vánaliga veðrið í vetur hevur flutt so mikið nógv av gróti frá uttasta grótkasti, at neyðugt var aftur at fáa grótið burtur, so innsiglingin til havnina í Skopun aftur gjørdist best møgulig. 

 

Tað er byggifelagið Articon, sum við góðari hjálp frá donsku fyritøkuni, Peter Madsen Rederi A/S, ið hevur gjørt arbeiðið.

Tað eru tó sannlíkindi fyri, at komandi stormar og ódnir aftur fara at flyta grót inn í innsiglingina, so trupulleiki aftur fer at standast av hesum. 

 

Landsverk hevur tí sett seg í  samband við Dansk Hydraulisk Institut fyri at fáa kannað og framt eina varandi loysn.

Úrslit: