Nú hevur dómsnevndin valt, hvat av teimum seks uppskotunum sum komu inn, hevur vunnið arkitektakappingina um ein nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya. Skipað verður fyri almennum tiltak í Kongshøll, har øll uppskotini verða sýnd fram, og vinnarin kunngjørdur.
Tiltakið, sum Landsverk og Setrið skipa fyri, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn klokkan 13:00.
Øll er vælkomin.