12-02-2014
Klárt at fara undir Tekniska Skúla í Klaksvík
BYGGING: :Verkættlanin at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík er nú komin so mikið ávegis, at sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru undirskrivaðir, og klárt er at fara undir sjálvt arbeiðið. Í næstu viku verður spakin settur í.

Mánadagin vórðu sáttmálar um útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík undirskrivaðir við støði í tilboðunum, sum vóru komin inn til lisitatiónina, sum varð hildin 6. november 2013.

Tað verður byggifelagið Kanjon, sum skal standa fyri jørð-, betong-, stál-, kloakk- og lendisarbeiðinum, meðan Malltekk fer at gera timbur-, snikkara- og byggiplássarbeiðið. Múraraarbeiðið fer Jan E. Andersen at taka sær av, málaraarbeiðið Magni Jacobsen, HVS Blikksmiðjan, meðan EL-IN skal gera el-arbeiðið.

Í tørvslýsingini fyri útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík stendur, at eftir at útbúgvingartilboðið í sambandi við matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina. Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, og Tekniski Skúli fer eftir útbyggingina at hýsa hesum báðum útbúgvingartilboðum. Umframt víðkan og tillaging verður eisini talan um dagføringar av samlaða virkseminum á skúlanum.

Sambært verklagslógini eru tilsamans 36 mió. krónur settar av til Tekniska Skúla í Klaksvík.

Spakin fyri útbyggingina, sum fevnir um umleið 1.450, umframt 80 fermetrar til sambygging av bygningunum, verður settur í hósdagin í næstu viku klokkan 14. Har verður eisini høvi hjá øllum áhugaðum at kunna seg nærri um verkætlanina.

Fakta

 

Byggiánari: Mentamálaráðið 

Byggiharri: Landsverk 

Høvuðsráðgevi: Arkitektar 99 

Undirráðgevarar hjá høvuðsráðgeva: HMP, PB-Consult og KJ-Elráð

Arbeiðstakarar: Kanjon, Malltek, Jan Ellebye Andersen, Blikksmiðjan, El-In og Magni Jacobsen

Tíðarætlan: Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt til skúlaársbyrjan í 2015.

Úrslit: