27-06-2014
Klárt at fara undir um- og útbygging av Miðnámsskúla á Kambsdali

BYGGING: Seinnapartin í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi á Kambsdali. Beint eftir, at næmingar í miðnámsskúlunum høvdu fingið prógv inni í ítróttarhøllini, setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hakan í jørðina fyri verkætlanini at um- og útbyggja miðnámsskúlarnar báðar.

Tað var mikumorgunin í hesi vikuni, at sáttmálin millum Landsverk og Heildarverk í sambandi við um- og útbyggingina av miðnámsskúlunum á Kambsdali varð undirskrivaður. 

Í gjár kundi so landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, seta hakan í fyri hesi verkætlan. Hetta hendi kl. 15.30 á plássinum millum báðar skúlarnar á Kambsdali. 

Fyrst var tað tað formaðurin í bygginevndini, Sámal í Skorini, sum bjóðaði vælkomin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, flutti síðani fram røðu og setti hakan í jørðina. Vegna byggiharran Landsverk var tað Sámal Ímundarsson Hansen, ið segði nøkur orð. At enda bar borgarstjórin í Fuglafirði,  Sonni á Horni, fram eina heilsan. Aftaná var kaffimunnur inni í ítróttarhøllini

Um verkætlanina
Sum liður í framtíðar samstarvinum millum Handilsskúlan á Kambsdali og Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy, er ynski at savna umsitingina og felags hentleikarnar undir einum taki. Sum er, eru høliumstøðurnar á skúlunum ikki nøktandi, og har er ikki pláss fyri øllum næmingunum. Útbyggingin skal tryggja, at framtíðar hølistørvurin verður nøktaður. Fyri at savna virksemið undir sama taki og somuleiðis fáa virkseminum og starvsfólkum og næmingum hóskandi umstøður at arbeiða undir, er neyðugt:

1. At gera eina umskipan og nýggja innrætting av verandi bygningum.
2. At víðka um verandi bygningar.

Talan er sostatt um eina um- og útbygging, sum skal taka hædd fyri verandi bygningum - bæði byggilistarliga og byggitøkniliga - umframt at um- og útbyggingin hevur til endamáls at víðka um karmarnar, soleiðis at næmingar og starvsfólk fáa nøktandi arbeiðsumstøður.

Fakta
Byggiánari: Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Kontrast
Undirráðgevar:
Konstruktión: LBF
HVS: Sofus M. Jakobsen
EL: LBF
Arbeiðstakarar: Heildarverk
Tíðarætlan: Eftir ætlan skal arbeiðið í høvuðsheitum verða liðugt til skúlabyrjan í 2015.

Úrslit: