25-06-2014
Klárt at seta hakan í á Kambsdali

BYGGING: Klokkan 11.00 fyrrapartin varð sáttmáliundirskrivaður millum Landsverk og Heildarverk í sambandi við um- og útbygging av Miðnámsskúlunum á Kambsdali. 

 

 

Lisitatiónvar á Landsverki tann 6. juni 2014. 15 arbeiðstakarar lótu inn tilboð, og átti Heildarverk lægsta tilboð í høvuðsarbeiðstøku á kr. 23.761.000.

Fyrrapartin í dag skrivaðu stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro og stjórin á Heildarverki, Jan Mohr, so undir sáttmálan.

Longu í morgin, hósdagin 26. juni, verður hakin settur í fyri hesi verkætlan. Hetta hendir kl. 15.30 á plássinum millum báðar skúlarnar á Kambsdali.

Formaðurin í bygginevndini býður vælkomin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, flytir fram røðu, og setur hakan í jørðina. At enda ber borgarstjórin í Fuglafirði fram eina heilsu. Aftaná eru øll vælkomin í ítróttarhøllina til ein kaffimunn.

Um verkætlanina
Sum liður í framtíðar samstarvinum millum Handilsskúlan á Kambsdali og Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy, er ynski at savna umsitingina og felags hentleikarnar undir einum taki. Sum er, eru høliumstøðurnar á skúlunum ikki nøktandi, og har er ikki pláss fyri øllum næmingunum. Útbyggingin skal tryggja, at framtíðar hølistørvurin verður nøktaður. Fyri at savna virksemið undir sama taki og somuleiðis fáa virkseminum og starvsfólkum og næmingum hóskandi umstøður at arbeiða undir, er neyðugt:
 

1. At gera eina umskipan og nýggja innrætting av verandi bygningum.
2. At víðka um verandi bygningar.

Talan er sostatt um eina um- og útbygging, sum skal taka hædd fyri verandi bygningum - bæði byggilistarliga og byggitøkniliga - umframt at um- og útbyggingin hevur til endamáls at víðka um karmarnar, soleiðis at næmingar og starvsfólk fáa nøktandi arbeiðsumstøður.

Eftir ætlan skal arbeiðið í høvuðsheitum verða liðugt til skúlabyrjan í 2015.

Úrslit: