Hvør sleppur við?
10 føroysk lesandi fáa ókeypis atgongumerki til ráðstevnuna Via Nordica í Keypmannahavn. Um tú býrt uttanfyri Danmark, fært tú 1000 kr. í stuðli til ferðing.
Tú skalt vera í gongd við eina útbúgving, sum er viðkomandi fyri vega- og ferðsluøkið. Til dømis verkfrøði, byggifrøði, løgfrøði, býarplanlegging ella samfelagsfrøði. Tú kanst verða lesandi í Føroyum ella uttanlands.
Í umsóknini skalt tú upplýsa:
Hvat er Via Nordica
Via Nordica er ein ráðstevna, sum verður tann 11. - 12. juni 2024 í Keypmannahavn, og varpar ljós á hvussu vega- og ferðsluøkið kann arbeiða út frá ST-heimsmálunum. Ein serútferð verður tann 13. juni, har tú kanst vitja tunnilin Femern ella brúnna Storstorm.
Sí skránna her: Via Nordica 2024 - Programme
Á stevnuni luttaka fleiri av teimum størstu norðurlendsku aktørunum innan vegavinnuna. Við at luttaka í Via Nordica fært tú innlit í nýggjasta rákið innan vega- og ferðsluøkið, og møtir kanska tínum komandi arbeiðsgevara ella starvsfelaga.
Ráðstevnan verður skipað av felagskapinum norrønt vegforum, eisini kallað NVF, har Landsverk eigur formansskapin í føroysku deildini.
Søk longu nú
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og freistin at senda inn er 22. apríl kl. 12. Umsóknin skal verða í mesta lagi 1 síða.
Umsóknin skal sendast til Maritu Svartá á masv@lv.fo. Um tú hevur spurningur ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband Maritu.