Nógv hevur verið sagt og skrivað um nýggja Viðareiðistunnilin, og fríggjadagin rann so dagurin upp, tá tunnilin varð tikin alment í nýtslu.
Tað mundu vera minst 800-900 fólk, ið høvdu leitað sær til tunnilsmunnan hvannasundsmegin, har hátíðarhaldið byrjaði, áðrenn tað seinni helt fram á Viðareiði.
Klaksvíkar Hornorkestur legði fyri við nøkrum løgum, og útvarpið sendi beinleiðis frá hátíðarhaldinum, eins og fleiri aðrir fjølmiðlar vóru umboðaðir á staðnum. Útvarpssendingin kann hoyrast her.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin, og segði millum annað
- Upprunaliga tíðarætlanin fyri verkætlanina var at hava tunnilin lidnan á vári næsta ár. Vit kunnu so bara fegnast um, at vit eru komin á mál væl áðrenn tað, og at tit viðingar sleppa undan at fara undir ein vetur afturat eftir verandi farleið, sum er ótíðarhóskandi, og millum annað er darvað at grót- og skriðulopi. Tað rokni eg við, at tit eru væl nøgd við, segði Ewald Kjølbro
Hann vísti eisini á, at tað hóast stórar avbjóðingar – serliga í sambandi við at fáa játtanina at røkka – hevur verið arbeitt bæði skjótt og effektivt.
- Eg vil nýta høvið at takka øllum tykkum, sum eru við í verkætlanini fyri gott samstarv. Serliga LBF sum høvuðsráðgeva og fakeftirlit, somuleiðis Spenn fyri fakeftirlit, og samtakinum Articon-LNS sum høvuðsarbeiðstakara. Somuleiðis bøndrunum fyri stóran vælvilja, eins og Viðareiðis- og Hvannasunds kommunum fyri teirra samstarvandi leiklut, segði Ewald Kjølbro.
Umframt avbjóðingina at halda kostnaðarætlanina, vóru ávísir byrjanartrupulleikar. Millum annað við leysum tilfari, har neyðugt var at flyta tunnilsmunnan hvannasundsmegin umleið 30 metrar, og at leingja betongportalin viðareiðismegin.
Eftir stjóran á Landsverki fekk Aksel V. Johannesen, løgmaður, orðið. Hann segði seg fegnast um, at føroyska vegakervið varð vorið tryggari í dag, enn tað var í gjár.
- Vit stremba støðugt eftir at gera okkara samfelag meiri tíðarhóskandi. Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at tað skal eydnast, er eitt gott samferðslukervi. Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum. Stytta vit teinarnar, økja vit møguleikarnar. Hetta gera vit best við at binda landið so gott og trygt saman sum gjørligt, segði Aksel V. Johannesen.
Eftir taluna hjá løgmanni kom túrurin til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, ið ikki klipti, men kvetti snórin vav ið einum grindaknívi, sum sigur er, tá føroyskir tunlar verða tiknir alment í nýtslu.
Við stjóranum á Landsverki sum bilførara í einum til høvið læntum bili frá Bilasøluni, fóru tey fyrstu ígjøgnum tunnilin. Í bilinum vóru tveir eldri borgarar – bæði viðingar – úr ávikavist Viðareiðis- og Hvannasunds kommunum, 99 ára gamla Fía Sørensen og 85 ára gamli Jógvan Thomasen, sum saman við løgmanni og landsstýrismanninum í samferðslumálum, ið vóru tey fyrstu ígjøgnum nýggja og snotuliga tunnilin.
Eftir at teir fyrstu bilarnir vóru farnir avstað, hildu Rynkeby-súkklarar og rennarar úr Treysti í Klaksvík aftaná, og síðani fóru fleiri hundrað fólk til gongu ígjøgnum tunnilin við kós móti Hotel Norð, har eisini tjald var sett upp í sambandi við hátíðardagin.
Fyrstur, ið tók orðið í tjaldinum, var borgarstjórin á Viðareiði, Hans Jákup Kallsberg. Sum vera man fegnaðist hann um, at viðingar umsíðir hava fingið eina góða og trygga farleið. Somuleiðis fegnaðust bæði stjórin á Articon, Jón Sigurdsson, og eitt umboð fyri LNS, um, at verkætlanin nú er komin á mál.
Her eru myndir frá hátíðarhaldinum fríggjadagin.