09-07-2024
Kunning til landsins stovnar um umsiting og rakstur av bygningum
Tann 3. juni stóð Landsverk fyri einum kunningar- og dialogfundi fyri starvsfólk hjá landsins stovnum og stjórnarráðum, ið hava við umsiting og rakstur av bygningum at gera. Endamálið við fundinum var at kunna stovnar og ráð um uppgávur og verkætlanir hjá Landsverki, sum eru í gerð ella undir fyrireiking.

Luttakararnar fingu millum annað innlit í vavið av landsins bygningum og uppgávurnar innan leigumálsumsiting og orkuskifti. Harumframt snúði fundurin seg um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Landsverk og stovnar og stjórnarráð í sambandi við viðlíkahald, rakstur, umbygging, umvælingar v.m., og eisini hvussu vit brúka viðlíkahaldsskipanina Dalux FM til samskifti millum Landsverk og stovnar.

Hóast fundurin varð hildin meðan verkfallið var, vóru stovnar og stjórnarráðini sera væl umboðað. Vit takka øllum, sum luttóku. Tað er týðandi og virðismikil fyri okkum at fáa afturboðan uppá okkara virksemi, soleiðis at vit kunnu menna okkara tænastur.

Tak niður framløguna frá fundunum her

Nærri kunning til stovnar er at finna her: https://www.landsverk.fo/fo-fo/bygging/ognir. Tú kanst millum annað lesa leiðreglurnar fyri markamót og viðlíkahaldsbýtið millum Landsverk og landsins stovnar og fáa leiðbeining um, hvussu tú fært atgongd til Dalux FM.

Hevur tú spurningar ella hugskot viðvíkjandi verkætlanum, Dalux FM ella annað, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á lv@lv.fo.

 

Úrslit: