Talan er um afturvendandi tiltak frá mai 2023, tó hesaferð ráðgevarafyritøkur og byggifyritøkur samstundis.
Á fundinum fara vit at greiða frá verkætlanum, ið eru í umbúna ella undir fyrireiking uppá stytri og longri sikt, bæði innan bygningar og anlegg, umframt innan orkuskifti.
Fundurin verður mikudagin 24. apríl kl. 14.30-16.00 á skrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 17 í Havn.
Ikki er neyðugt við tilmelding, men vit frætta fegin um tit koma. Sendið boð til Marjuna Eysturoy, fulltrúa á maey@lv.fo ella fartelefon 290 851.