Á fundinum fara vit at greiða frá projekteraðu verkætlanini, undangóðkenning, útboð og tíðarætlan. Her verður eisini møguleiki fyri at seta spurningar í samband við verkætlanina.
Fundurin verður hósdagin 16. mai kl. 9.00-10.00 á skrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 17 í Havn.
Ikki er neyðugt við tilmelding, men vit frætta fegin um tit koma. Sendið boð til Marjuna Eysturoy, fulltrúa á maey@lv.fo ella fartelefon 290 851.