Á fundinum koma umboð fyri Landsverk at greiða frá linjuføring, tíðarætlan, íbindingum, jarðarviðurskiftum og ferðsluviðurskiftum viðv. tunnlinum og vegum í Dali og Húsavík, umframt Skálavíkarvegnum.
Eisini verður høvi at seta spurningar.
Landsverk bjóðar eisini drekkamunn. Tiltakið er alment og eru øll vælkomin.
Fundurin er hósdagin 24. november 2022 kl. 19 í Eiriksstovu á Dalsvegi 1 í Dali.