13-03-2015
Landsverk fingið flytbara viftu til tunlar

TILBÚGVING: Landsverk hevur fingið eina flytbara viftu til tilbúgvingina í sambandi við basing av eldi í tunlum. Viftan er ætlað  tilbúgving í tunlum, har eingin luftskiftisskipan ella viftur eru, og kann tí serliga nýtast í sambandi við basing av eldi í teimum tunlum í landinum, sum enn ikki hava nakra luftskiftisskipan og í sambandi við vanligt arbeiði í tunlum, har tørvur er á luftskifti.

 

Fríggjadagin 6. mars vóru umboð fyri tilbúgvingarmyndugleikarnar í Føroyum boðin inn á Lambareiði í hølina hjá Landsverki at hoyra nærri um møguleikarnar við einari slíkari viftu, har viftan varð royndarkoyrd.

 

Fyrst bjóðaði leiðarin á deildini fyri Infrakervi á Landsverki, Heini Eysturoy, vælkomin, og hevði eina styttri kunning um tilbúgving og samstarv. 

 

-    Eg haldi hendan viftan er eitt gott amboð til samlaðu tilbúgvingina í landinum. Hon kann brúkast í fleiri ymiskum støðum – eitt nú í sambandi við størri eldar, har nógv útlufting er neyðug. Vit hava tí kunnað okkara samstarvsfelagar um møguleikarnar, og viftan er eisini tøk hjá teimum at brúka, um tørvur skuldi verið á tí, sigur Heini Eysturoy millum annað.

 

 

Síðani fekk Jákup N. Olsen orðið,  ið er samskipari fyri tilbúgving á Landsverki. Hann greiddi frá sjálvum tilbúgvingararbeiðinum á Landsverki og vísti nøkur filmsbrot úr Noregi um, hvussu ein slík vifta kann brúkast í tilbúgvingararbeiðinum í tunlum. 

 

Síðani varð viftan roynd uttanfyri. 

 

Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á deildini fyri Infrakervi, fartel. 290 881.

 

Her er ein videoupptøka av, tá tey royndu viftuna á Lambareiði:

Úrslit: