Ábær ferðsla er tað, sum áður varð nevnt bleyt ferðsla, t.v.s. fólk til gongu, á súkklu, í koyristóli v.m. Hetta eru tey ferðandi, sum eru serliga viðbrekin og sárbær, í mun til sonevndu ”hørðu” ferðsluna, tá ið hugsað verður um vandar á vegunum.
Temabløðini geva tilmæli til, hvussu íløgurnar í okkara landsvegir skulu raðfestast.
Tak niður temablaðið um ábæra ferðslu her
Tak niður temablaðið um ferðafólkaferðslu her
Temabløðini eru partur av nýggju samferðsluætlanini, sum tekur støði í heimsmálunum hjá ST
Tey nýggju temabløðini eru nummar tvey og trý í røðini av temaútgávum, sum allar eru partur av nýggju samferðsluætlanini.
Samferðsluætlanin er ein viðgerð av tørvinum innan framtíðar samferðslu og hevur faklig tilmæli til, hvørjar íløgur vera neyðugar at gera í samferðsluna framyvir. Endamálið er, at allir føroyingar skulu kunnu ferðast lætt, trygt og burðardygt í Føroyum. Síðsta samferðsluætlanin er frá 2018, men tí mynstur og tørvur innan samferðslu broytast við tíðini, má hon javnan dagførast. Áður er samferðsluætlanin útgivin í einari samlaðari útgávu, men hesaferð verða ymisk viðkomandi evnir viðgjørd í styttri temabløðum.
Tann nýggja samferðsluætlanin byggir á heimsmálini hjá ST og teirra skilmarking av burðardyggari menning, sum tekur samfelagslig, búskaparlig og umhvørvislig atlit.
Tak niður fyrst temablaðið, ið snýr seg um kostnaðarmetingar her