Til tiltakið høvdu vit bjóðað Hans Jacob Hjelm, sum er ein súkklueldsál, og Trinemiu Klakkstein og Eir Ólavsdóttir, sum eru lesandi á miðnámsskúlanum og hava royndir við at nýta almenna ferðslu. Tey greiddu frá teirra sjónarmiðum um hvørjar staðbundnar avbjóðingar eru, og hvørjir møguleikar eru í tá umræður at fáa fólk at ferðast á annan hátt enn við bili.
Vit takka øllum, sum luttóku í tiltakinum, fyri nógvar viðkomandi spurningar og viðmerkingar til, hvussu vit menna eina burðardyggari ferðslu.
Tú kanst síggja framløguna her og taka nýggju temabløðini niður her.