Øll við áhuga fyri bygging og øðrum arbeiðsøkjum undir Landsverki hava nú møguleika fyri at vitja stovnin og millum annað fáa kunning um tær størstu verkætlanirnar undir landinum. Eitt nú Glasir, stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, og Viðareiðistunnilin.
Somuleiðis fáa gestirnr høvi at síggja bygningarnar á Tinghúsvegi 5, har Landsverk heldur til við síni høvuðsskrivstovu og starvsfólkunum har.
Landsverk hevur í sambandi við Mentanarnáttina sett upp eina framsýning, ið lýsir tríggjar tær størstu almennu verkætlanirnar hjá landinum, umframt part av øðrum virkisøkjum hjá stovninum. Opið verður millum klokkan 20 og 22, har fólk á stovninum taka ímóti og sýna fram høvuðsskrivstovuna fyri teimum, sum hava áhuga í hesum.
Øll eru hjartaliga væl komin at støkka inn á gólvið undir Mentanarnáttini í ásetta tíðarrúminum.