Mánadagin 5. september verður Landsverk við til at seta altjóða tunnilsrástevuna World Tunnel Congress, sum í ár verður hildin í Bella Centrinum í Keypmannahavn. Onnur, ið eisini eru við at seta ráðstevnuna, er danski Ferðslumálaráðharrin Trine Bramsen og fyrrverandi ES-kommiserurin fyri umhvørvið Connie Hedegaard.
Heitið á framløguni er "Removing the Island Barrier - Socio-economic impacts of tunnels", sum í stóran mun tekur støði í búskaparligu frágreiðingini um Suðuroyartunnilin. Hendan frágreiðingin er í hesum sambandi umsett til enskt og kann takast niður her.
Teir sum koma at halda framløguna eru Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Brandur Sjúrðarson, vinnubúskaparfrøðingur.
Niðanfyri sæst ein sjónbanda brellbiti av framløguni.