Fýra tilboð komu inn, og lægsta boð eigur JT-Electric úr Fuglafirði, sum ljóðar á 152.280 krónur.
Landsverk hevur nú viðgjørt tilboðini og gjørt av at gera sáttmála við JT-Electric. Tað er tó ikki einans prísurin, ið er avgerðandi fyri, hvør fær uppgávuna. Í metingini telir prísurin 40 prosent, organisasjón 40 prosent og tilkallitíð 20 prosent.
Tilboðini vóru hesi:
Krónur:
EL.FO 196.000
El-service 177.400
JT-Electric 152.280
Eltalvuvirkið 215.000