LISITATIÓN: Tann 29. apríl kl. 14.00 var lisitatión á høvuðsskrivstovuni á Landsverki í sambandi við gerð av fundamenti til nýggjan vita á Strondum.
Seks fyritøkur bjóðaðu seg fram at gera hetta arbeiðið:
RTS Contractors 193.147 kr.
JKH Contractors 256.678 kr.
Kanjon 444.575 kr.
JHR Entreprenørar 484.991 kr.
Byggivirkið KBH 316.900 kr.
West Trading 199.376 kr.
Tilboðini eru gjøgnumgingin, og fer Landsverk nú at seta seg í samband við tað felagið, ið hevur lægsta tilboðið.