LISITATIÓN: Landsverk hevur gjørt av at endurnýta avfresa asfalt í framleiðsluni. Í hesum sambandi skal ein goymsla byggjast í Hundsarabotni til avfresaða tilfarið. Framleiðsludeildin á Landsverki skipaði tann 28. apríl fyri lisitatión upp á betongarbeiði, ið skal gerast.
Fýra fyritøkur lótu inn tilboð:
Articon 398.553 kr. u/mvg
J&K Petersen 488.750 kr. u/mvg
S/pf Jóni Durhuus 328.200 kr. u/mvg
Búsetur418.500 kr. u/mvg
Landsverk hevur gjøgnumgingið tilboðini og tikið av lægsta tilboðnum.