Í sambandi við útboðið av heildararbeiðstøkuni at prosjektera og byggja nýggja skrivstovubygningin hjá Sjóvinnustýrinum í Sandavági hevur dómsnevndin viðgjørt tey innkomnu tilboðini.
Landsverk móttók fimm tilboð:
Tilboðsgevi: | Samlaður tilboðsprísur |
West Tech & Spf. Muller | 22.876.064,00 kr. |
Búsetur | 23.779.651,00 kr. |
Fastogn Miðvágur | 25.920.000,00 kr. |
Articon | 25.977.142,00 kr. |
Jóan Petur Vang | 29.991.138,00 kr. |
Tillutanartreytirnar, sum tilboðini skuldu metast út frá, vóru:
- Kostnaður 50 %
- Virkisføri og arkitekturur 30 %
- Bygnaður og tøkniligir førleikar 20 %
Eftir viðgerðina av tilboðunum var tað ein samd dómsnevnd, sum metti, at Búsetur átti besta tilboðið.
Afturat sær hava Búsetur hesar undirveitarar: Zeta Arkitektar, Spenn Ráðgevandi verkfrøðingar, PB Consult, og LM Electric.
Tíðarætlanin er treytað av, nær verklagslógin verður góðtikin í tinginum. Útbjóðingartíðarætlanin sigur, at prosjekteringin byrjar apríl 2021, og at bygningurin skal avhendast ultimo 2022.