Tað verður Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Vinnu- og umhvørvismálum, sum fer at loysa fyrsta flagið.
Nýggja Sjóvinnustýrið varð boðin út í heildararbeiðistøku. Bygningsánari er Umhvørvis- Vinnumálaráðið, Byggiharri er Landverk og Búsetur er høvuðsarbeiðistakari. Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin.
Nýggi kontórbygningurin fer væntandi at standa liðugur á várið 2023.