Ásetingarnar hjá Landsverki eru júst tær somu, sum fyri teir báðar grannabygningarnar norðan fyri komandi missiónshúsið. Tí er grafiska myndin, sum var víst á in.fo 12. november undir yvirskriftini “Missiónshúsið í Gøtu í vanda av ósemju”, har nýggja húsið er flutt aftur um hesar bygningar, fullkomiliga misvísandi.
Kravið frá Landsverki er bert, at nýggja missiónshúsið stendur á linju við áður nevndu bygningar. Sostatt hevur missiónshúsið fingið júst somu treytir, sum eigararnir av grannabygningunum norðan fyri í síni tíð fingu.
Kortið omanfyri vísir byggilinjuni á økinum, og at missiónshúsið fer at standa í somu linju.
Heini Eysturoy
Landsverk