Umbyggingin av tí partinum av Sjóvinnuhúsinum, sum Fróðskaparsetrið skal halda til í, er nú liðugur. Tað vil siga onnur, fjóðra og fimta hædd. Tað eru Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum eru fluttar inn her.
Umframt skúlastovur og bólkarúm eru skrivstovur fundarhølir og allir teir fasilitetir nú til staðar, sum skulu til fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Millum annað er ein fyrilestrarsalur eisini og ein matstova.
Almenna móttøkan verður hildin í silo'ini í Sjóvinnuhúsinum nú fríggjadagin tann 4. mai klokkan 10.30 - 12.00.
Skráin
10.30 Móttøkan byrjar
Røðarar
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum
Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja nýggju umstøðurnar hjá Fróðskaparsetrinum og fáa sær ein góðan kaffimunn.