Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Niels Juel Arge, stjóri á SSL, og Marjun Weihe Thomassen hildu røður.
Móttøkan var í Auluni í Finsen.
Í røðu síni segði Marjun ml. a.:
”Landsverk er á eini góðari kós, sum eg ynski at menna víðari. Eg havi so nógv gott fólk afturat mær. Bæði leiðarar og starvsfólk, sum hava eina vitan, ein arbeiðsmoral og tilgongd til uppgávur, sum er heilt einastandandi.
Mínar vónir eru at leiða og byggja víðari á Landsverk, sum tað er í dag, og eisini, at vit í felag og við dugnasemi fáa ment Landsverk, so at vit arbeiða betur tvørfakliga og áhaldandi arbeiða meira skipa og langsikta.
Landsverk hevur týdning fyri okkum øll. Um tað er at viðlíkahalda bygningar og vegir, at rudda kava ella sum byggiharri fyri stórum og kompleksum byggi- og anlegsverkætlanum. Mín uppgáva verður at leiða Landsverk, so at vit eisini megna at loysa ein framtíðartørv, bæði burðardygt, fakliga, nýhugsandi og eisini nýskapandi.
Tað er mítt ynski, at tá eg lati stafettina víðari til tann næsta stjóran, at eg kann lata frá mær ein stovn, sum megnar at flyta seg við tíðini, so at uppgávurnar verða røktar á bestan hátt. Ein stovn sum eisini megnar at fasthalda og tiltrekkja røttu starvsfólkini.”
Niðanfyri síggjast myndir frá tiltakinum.
Myndir: Høgni Heinesen