Hátíðarhaldið fór fram uttan fyri snikkaravirkið hjá Bødvar Hjartvarsson í Dali, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Dennis Holm, landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum og Símin Jannus Johannesen, varaborgarstjóri í Húsavík hildu røður.
Tað var Anfinn Johannesen, ið lat síðsta skotið av. Hann hevur arbeitt hjá Landsverk í mong ár og hevur hann verið ein av teimum trúføstu fólkinum, um at halda Dalsvegin frían fyri kava.
Niðanfyri síggjast myndir frá tiltakinum.