Skipað var fyri almennari móttøku í gjár 07. desember, tá Sjóvinnustýrið varð tikið alment í nýtslu.
Nógv fólk nýttu høvi at koma á gátt og síggja stásiliga bygningin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi.
Essan v/Súsannu Danielsen dekkaðu upp við køku og góðum ábiti, kaffi og te.
Fleiri røður vóru hildnar og børn úr musikkskúlanum í Vágum spældu og sungu nøkur løg fyri okkum.
Landsverk ynskir Sjóvinnustýrinum tillukku við bygninginum og bestu eydnu.
Niðanfyri eru myndir frá degnum, sum fotografur Jens Kristian Vang hevur tikið.