23-12-2014
Nýggjársbál og brennandi blikk fram við landsvegi

NÝGGJÁRSAFTAN: Tey, sum ætla sær at brenna bál ella seta brennandi blikk upp nærhendis landsvegi nýggjársaftan, skulu minnast til at fráboða lokala sløkkiliðnum í góðari tíð.

 

Treytirnar ísv. bál og brennandi blikk fram við landsvegi eru annars hesar:

 

- Fyrst og fremst má veðrið verða til vildar, og bálbrenningin gjørd við skynsemi. Til dømis má ættin ikki hava við sær, at neistar og annað koma inn á vegin

 

- Bál skulu vera í minsta lagi 25 metrar frá landsvegnum

 

- Blikk skulu vera so langt vekk frá koyribreytini sum til ber og í minsta lagi 1 metur frá kantinum á koyribreytini og ikki ov nær bilverjuni heldur

 

- Blikkini skulu vera sett trygt, so tey ikki koppa. Harafturat má tryggjast, at brennievni ikki rennur úr blikkunum

 

- Vegøkið skal verða ruddað skjótast gjørligt dagin eftir

 

- Ábyrgdarpersónur við navni og telefonnummari skal verða uppskrivaður hjá lokala sløkkiliðnum

   

- Umframt hetta skulu øll onnur loyvi vera í lagi. Til dømis fráboðanir til myndugleikar og onnur viðkomandi

    

- Virksemi í samband við bálið má ikki tarna ferðsluni á landsvegnum ella vera til ampa fyri parkeraði akfør

 

Hesar treytir eru settar fyri at ferðslan og ferðslutrygdin á landsvegunum ikki hevur ampa av nýggjárshaldinum.

 

Tað eru lokalu sløkkiliðini, ið geva loyvi. 

Úrslit: