02-12-2016
Nýggjur 2 minus 1 vegur í Hvalba

FERÐSLUTRYGD: Í dag, fríggjadag, fáa hvalbingar ein sokallaðan 2 minus 1 veg. Talan er um fyrsta landsveg av hesum slagi í Føroyum. Tað er Hvalbiar kommuna, ið er komin við ynski um at betra um umstøðurnar hjá fólki til gongu og á súkklu eftir landsvegnum fram við sandinum í Hvalba. Samstundis sum akførini eisini skulu hava betri umstøður.

Landsverk leggur í løtuni seinastu hond á nýggja 2 minus 1 vegin í Hvalba. Vegurin verður liðugt strípaður og klárur at koyra eftir seinni í dag, fríggjadag. Í mun til ein vanligan veg við tveimum koyribreytum, verður ein koyribreyt tikin burtur á 2 minus 1 vegum, harav navnið. Koyribreytin verður sjónliga smalkað við eini breiðari kantstriku á báðum síðum. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Royndirnar við 2 minus 1 vegum í londunum kring okkum eru góðar. Bilarnir koyra spakuligari, fólk til gongu og á súkklu kenna seg tryggari, og nøgdsemið er sum heild betri.

Vegurin í Hvalba, ið er umleið 630 metrar langur við góðum sýni á øllum vegateininum, verður samanlagt 6 metrar breiður. Harafturat eru ljós sett upp fram við vegnum. 

Koyrimynstrið á 2 minus 1 vegum broytist nakað. Filmurin her niðanfyri vísir hvussu. Faldarin, sum er sendur í hvørt hús í Hvalba, greiðir nærri frá hesum slagi av vegi:

Filmurin kann síggjast her: Landsverk 2 minus 1 vegur - YouTube

Faldarin kann heintast her: 2 minus 1 vegur.pdf (1,09 MB)

Úrslit: