07-11-2014
Nýggjur fíggjar- og umsitingarleiðari á Landsverki
STARVSSETAN: Landsverk hevur sett Hans Albert Hansen í starv sum fíggjar- og umsitingarleiðara. Hann avloysir Árant Andriasson, ið hevur røkt starvið í 12 ár, og sum nú ynskir at trappa niður.

Stjórnardeildin á Landsverki hevur fingið nýggjan deildarleiðari. Talan er um 48 ára gamla Hans Albert Hansen, sum hevur verið í starvi á deildini seinastu trý árini. 

 

Nýggi leiðarin er settur í starv fyri Árant Andriasson, ið hevur verið deildarleiðari seinastu 12 árini, men sum hevur ynskt at verið loystur frá leiðsluppgávuni. Árant Andriasson verður tó framvegis varastjóri á stovninum.

 

Stjórnardeildin hevur ábyrgd av fíggjar-, roknskapar-, kt- og starvsfólkaøkinum. 

 

Hans Albert Hansen, sum er útbúgvin cand. merc. á Handilsháskúlanum í Århus, hevur tikið við leiðslustarvinum frá í dag at rokna.

Úrslit: