20-12-2013
Nýggjur leiðari á framleiðsludeildini
STARV: Landsverk hevur í dag sett 48 ára gamla Palla Petersen í starv sum leiðara á framleiðsludeildini hjá stovninum.

Frá ársskiftinum verður Palli Petersen nýggjur leiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverki. Palli kom í vár í starv sum millumleiðari fyri grót- og asfaltverkini, eftir at hava starvast sum rakstrarleiðari á Føroya Tele síðani 2008. Áðrenn tað var í mong ár deildarleiðari hjá Shell. Fyrst í Danmark og síðani í Føroyum.

48 ára gamli Palli Petersen er útbúgvin maskinverkfrøðingur og hevur lokið HD-prógv í fyrisiting.

Palli Petersen avloysir Mikkel Heide Frandsen, sum eftir at hava røkt starvið í eitt ár, hevur valt at fara aftur í sítt gamla starv á Landsverki sum rakstrarleiðari.

Høvuðsuppgávan hjá framleiðsludeildini er at framleiða og selja skotið og knúst grót, skildan og óskildan skerv og asfaltblandingar til kommunur, virkir, einstaklingar og egna nýtslu. Eisini verða jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í sambandi við eitt nú tunnilsgerðir, vatnorkuútbyggingar og annað.

Úrslit: