Sum siglingarleiðin frá Eystnesi og fram við landi inn ímóti Skalafjørðinum var til fyri kortum, bar ikki til at fáa líkinda aliøki fram við bygdini á Nesi í Eysturoy. Landsverk kannaði tí møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri frá landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi har. Í hesum sambandi ráðførdi stovnurin seg við millum annað Søfartstyrelsen og Kongshavnar Havn.
Úrslitið gjørdist ein ætlan, sum í høvuðsheitum fevndi um, at ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir vórðu sløktir, og nýggjur siglingarviti – ein sonevndur vinkulviti – er settur upp á Strondum. Hetta fyri at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá.
Sostatt kunnu aliøki nú leggjast fram við Nes-landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Tó kunnu smærri bátar sigla millum land og alistøðina.
Bakgrundin fyri ætlanini var broyting av kunngerð nr. 134/2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kaldbaksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður-Tangafjørður. Síðani hevur loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta málið, kann viðkomandi venda sær til samskiftistænastuna á Landsverki, tlf. 290804/290805.