Nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki staðfesta eina munandi hækking í talinum av akførum, sum nú koyra á føroyska vegakervinum. Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2017-18 hjá Landsverki, sum kom út fyrr í ár. Økta ferðslan er galdandi fyri alt árið, men serliga í summarhálvuni er størsta lopið at finna, tá streymurin av ferðafólkum er í hæddini.
Hetta er nakað, Landsverk seinastu árini hevur fyrireikað seg til. Millum annað hevur hugt verið eftir, hvussu stóri ferðafólkavøksturin í Íslandi hevur ávirkað infrakervið har og eftir teimum avbjóðingum, sum íslendingar hava á ferðsluøkinum.
Eins og manga aðrastaðni koyra ferðafólk í stóran mun kring Ísland í bussi ella egnum ella leigaðum bili. Hetta hevur havt avbjóðingar við sær, og neyðugt hevur verið at kunna neyvt um, hvussu tú koyrir í landinum. Bæði á einbreytaðum vegum, óasfalteraðum vegum, um ampan av seyði á vegnum, og eisini at minna fólk á at brúka trygdarbelti. Ein annar trupulleiki er økta tunga ferðslan á teimum smærru og oftani smølu vegunum.
Hóast roynt hevur verið at upplýsa og vegleiða so væl sum gjørligt í Íslandi, so hava tíverri fleiri ferðsluvanlukkur verið, har ferðafólk hava verið uppií. Eisini við deyða sum avleiðing. Ein afturvendandi syndari er vantandi nýtsla av trygdarbelti.
Alneyðugt við greiðari kunning
Á føroyska infrakervinum síggja vit nógvar av teimum somu avbjóðingunum. Landsverk hevur tí seinnu árini framleitt kunnandi tilfar, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar á føroyska infrakervinum.
“Driving in the Faroes” er ein filmur, sum vísir útlendsku gestunum, hvussu tú koyrir í Føroyum. Víst verður millum annað á, hvussu tú koyrir í teimum gomlu, smølu tunlunum, á víkiskyldurnar í tunlunum og í brekkum. Fremmandu bilførararnir vita ikki altíð, hvør eigur at víkja fyri hvørjum.
Eisini økta bussferðslan hevur avbjóðingar við sær á serliga teimum smølu vegunum, tá til dømis fleiri bussar koyra har samstundis. At enda skulu útlendingar eisini venja seg við, at seyður er ein vandi á føroysku landsvegunum. Alt hetta og meira afturat verður lýst í hesum filmi, sum hevur fingið sera góða móttøku í ferðavinnuni her heima og millum útlendingar.
Saman við filminum er eitt lítið minnisblað gjørt við støðumyndum og lýsingum úr filminum. Minnisblaðið hava fleiri kunningarstovur og bilútleigarar í Føroyum fingið, og eftirspurningurin hevur verið munandi størri enn væntað.
Sóljuleiðir og útsýnisstøð
Arbeitt verður somuleiðis framhaldandi við at menna og útbyggja sonevndu sóljuleiðirnar á landsvegunum. Millum annað eru fleiri nýggj víkipláss gjørd síðstu árini. Sonevnd útsýnisstøð ella “view-points” og dvalarvikar, ið verða útgjørd við ymsum hentleikum til ferðafólk. Eitt nú við benkrum, borðum og skrellispannum.
Skeltir, ið lýsa landslagið og tað, ið er vert at síggja í økinum, verða eisini sett upp av kommununum.
Sóljuleiðirnar hava fingið góða móttøku millum fólk og afturmeldingarnar eru jaligar. Bæði frá fremmandum ferðafólkum og føroyingum, sum ferðast í egnum landi. Landsverk hevur somuleiðis fingið nógvar áheitanir um at gera fleiri “view-points” og at økja talið av dvalarvikum.
Vegir, sum nú eru Sóljuleiðir:
- Vegurin um Hovsegg
- Vegurin um Hestin
- Oyggjarvegurin
- Saksunarleiðin
- Tjørnuvíkarleiðin
- Eiðisskarð
- Gjáarleiðin
- Funningsfjarðarleiðin
- Elduvíkarleiðin
- Vegurin um Agnið
- Oyndarfjarðarvegurin
- Vegurin til Múla
- Gásadalsleiðin
Landsverk arbeiðir tætt saman við bæði kommunum, ferðafólkaskrivstovum og Visit Faroe Islands fyri áhaldandi at menna og fyrireika infrakervið til at kunna taka ímóti økta ferðafólkastreyminum hendanvegin.
Myndir: HeinesenMyndir/Landsverk ©
Ferðafólkafilmurin “Driving in the Faroes” kann takast niður HER.
Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HER.