05-05-2022
Nýggj farleið til Suðuroyar má kannast út í æsir
Tað er ein av kjarnuuppgávunum hjá Landsverk, at fyrireika tunnilsarbeiði og at gera neyðugu kanningarnar rundanum verkætlanina, áðrenn klárt er at bjóða út og seta hol á. Kanningararbeiðið viðvíkjandi nýggjari farleið til Suðuroyar hevur verið í gongd í nøkur ár, men er enn ikki komið á mál.