23-02-2024
Ókeypis fyrilestur 29. februar um dýpdar- og dronudátur hjá Landsverki
Nøgdin av uppmáldum dátum veksur skjótt í vavi. Multibeam skanningar undir vatni, dronuuppmátingar og skanningar á landi geva dátupunkt í milliónavís til ymisk endamál. Til henda fyrilestur verður millum annað greitt frá, hvussu vit best gagnnýta og deila hesar dátur.
Anne Marie Berg Norby, uppmátari hjá Landsverki, fer at tosa um
multibeamskipanina, bátin og útgerðina sum hon nýtir í samband við arbeiði. Eisini
greiðir hon frá um positionering, rørslusensorar og datum. Harumframt fáa vit eitt
lítið innlit í ymiskar viðkomandi arbeiðsuppgávur. Eitt nú fara vit at síggja dømi um
arbeiðsgongdina frá Skansabryggjuni.
 
Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari og dronuskipari hjá Landsverki, fer at greiða frá um
sínar royndir við dronuuppmátingum, dátuviðgerð, og hvussu hesar dátur verða
brúktar. Ási fer eisini at greiða frá, hvussu hann fær tað besta burtur úr sínari
útgerð og dátur. Vit hoyra um hansara bakgrund, hvat Landsverk nýtir dronur til,
og um deiling av dátum.
 
At enda fara vit eisini at hoyra um, hvussu dronu- og dýpdardátur kunnu tvinnast
saman.
 
Tiltakið verður hósdagin 29. februar kl. 16–17 á Náttúruvísindadeildini, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, høli 511. 
 
Tiltakið er ókeypis. Tilmelding er ikki neyðug og drekkamunnur verður afturvið.
 
 
Tiltakið er skipað í samstarvi við Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk. 
Úrslit: