Langa byggisøgan um Skúladepilin í Suðuroy fekk umsíðir ein enda í gjár, tá skúlin lat dyrnar upp fyri vitjandi, eftir at umvælingin av bygninginum nú er liðug.
- Vit kunnu ikki síggja burtur frá, at hetta hevur verið eitt keðiligt og trupult mál, sum umsíðir nú er loyst. Eg vil tí nýta høvið at siga, at tað gleðir meg sum umboð fyri byggiharran, at vit endiliga kunnu standa her við einum nýumvaldum og snotuligum skúla, segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Hann legði afturat, at Landsverk hevur fult álit á og hevur sjálvandi tryggjað sær, at arbeiðið hesaferð er gjørt nøktandi.
- Hetta verður vónandi til gleði og gagns fyri bæði næmingar og lærarar, sum hava sína dagligu gongd á skúlanum, eins og fyri alla oynna, segði Ewald Kjølbro, ið samstundis nýtti høvið at takka fyri tað tolni, sum bæði næmingar og starvsfólk hava sýnt, meðan umvælingin er farin fram.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum, fegnaðist um, at MT Højgaard hevur tikið fulla ábyrgd fyri feilunum við skúlabygninginum.
- Eg havi fingið fingið at vita frá fleiri her í dag, at umvælingararbeiðið er væl gjørt. Hetta havi eg fult álit á og fegnist um, at næmingar og starvsfólk nú hava fingið ein fullfíggjaðan skúlabygning.
Stjórin fyri MT Højgaard Føroyar, Jóannes Niclassen, vísti á, at tað sum byggifyritøkan lat úr hondum í 2009, ikki livdi upp til tað støðið, sum MT Højgaard vanliga stendur fyri.
- So at eg hóast tað, eri væl nøgdur her fimm ár aftaná, er hetta orsakað av, at vit saman við Landsverki eru farin konstruktivt til verka. Vit hava tosað um trupulleikarnar, fingið teir fram í ljósið og lagt eina ætlan fyri, hvussu vit skuldu bøta um skeivleikarnar og annað, sum restaði í. Hesi ætlan hava vit fylgt neyvt ígjøgnum teir síðstu 10 mánaðirnar. Summastaðni hava vit enntá gjørt tað betri, enn eftir ætlanini, segði Jóannes Niclassen.
Skúlastjórin fyri miðnámsskúlan legði serliga dent á, hvussu góð kunningin og tilrættisleggingin hevur verið millum verkætlanarleiðslu og leiðslu skúlans.
- Verkætlanarleiðarin hevur lagt sera nógva orku í allatíðina at kunna okkum lærarar og næmingar og hevur lagt alt arbeiði soleiðis til rættis, at skúlagongdin hjá næmingum varð órógvað minst møguligt. Tað hevur gingið nógv betri, enn eg hevði torað at droymt um, segði Ole V. Laursen.
Barbara Mikkelsen, leiðari fyri Bygging & Nýgerð á Byggideildini á Landsverki, greiddi frá, hvat sjálvt arbeiðið hevur fevnt um.
- Arbeiðið byrjaði í februar 2014 og varð avhandað í stigum, so hvørt tey vóru liðug ella sambært tíðarætlanini. Sostatt var innanduraarbeiðið liðugt innan skulaársbyrjan í august 2014, sum avtalað.
Arbeiðstøkuleiðarin hjá MT Højgaard, Anders Becker, sum hevur havt dagligu leiðsluna av umvælingararbeiðinum, nýtti høvið at takka øllum pørtum fyri fyrimyndarligt samskifti og samstarv hesa 10 mánaðarnar, hann hevur verið í Føroyum.
- Eisini vil eg takka fyri tann óføra blíðskapin, eg havi møtt her í Suðuroy, eins og norðanfjørðs, segði Anders Becker.
Eini 50 fólk vóru hjástødd undir kunnandi tiltakinum á skúlanum í Hovi.