Skráin fyri tiltakið er hendan:
08.30 Morgunmatur
08.45 Ráðgevaratryggingar frá einum ráðgevarasjónarmiði
– Paul K. Jeppesen, Danske Ark
10.15 Steðgur
10.30 Arbeiðstøkutryggingar frá einum byggiharrasjónarmiði
– Arne Vatnhamar, Ravnur Tryggingarmekling
12.00 Døgurðasteðgur
13.00 Spurningar og kjak
14.00 Liðugt
Kostnaðurin fyri tiltakið er 1.200 krónur fyri limir í Byggiharrasamtaki Føroya og Ráðgevarafelagnum og 2.000 krónur fyri ikki limir.
Paul K Jeppesen er sjefkonsulentur í tryggingarmálum hjá Danske Arkitektvirksomheder og hevur havt við tryggingarmál at gera í meira enn 30 ár.
Arne Vatnhamar er stjóri á nýggju tryggingarmeklarafyritøkuni, Ravnur Tryggingarmekling. Arne hevur starvast sum tryggingarserfrøðingur hjá altjóða tryggingarmeklarafyritøkuni, Marsh, til hann síðsta ár gjørdist sjálvstøðugur tryggingarráðgevi/-meklari í Føroyum. Sum ráðgevi hjá Marsh hevur Arne serliga ráðgivið um ábyrgdarbýtið í avtalum, veitt skaðaráðgeving og ráðgivið um ábyrgdar- og arbeiðstøkutrygging.
Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tel. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”tryggingartiltak”. Freistin at melda til er mikudagin 6. februar 2019.