10-02-2020
Salt og seyður
VETRARHALD: Eins og hjá øðrum bilførarum á føroyska landsvegakervinum, er ein av avbjóðingunum hjá teimum í vetrarhaldinum hjá Landsverki, seyðir á landsvegnum, sum serliga tykjast at fegnast, tá saltbilarnir hjá stovninum fara út at fyribyrgja hálku.

Her eru nakrar myndir frá Æðuvíkarvegnum í Neshaga í Eysturoynni fyrrapartin, har eitt stórt fylgi fylkist á vegnum at fáa sær upp í munnin, eftir at saltbilurin hevur verið framvið.

 

Úrslit: