26-11-2014
Sambýlið fyri sálarsjúk í Havn liðugt
AVHENDING: Týsdagin 25. november handaði Landsverk landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, sambýlið til sálarsjúk Eystan Heyg í Havn. Skipað varð í hesum sambandi fyri almennari móttøku í nýggja sambýlinum seinnapartin í gjár, og nógv fólk vóru inni á gólvinum.

Longu í 2001 varð staðfest í álitinum “Glotti fyri framman”, at fleiri av teimum innløgdu á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum bíðaðu eftir einum hóskandi bútilboði uttan fyri sjúkrahúsverkið.

 

Ætlanin at byggja eitt sambýli í Havn til fólk við sálarsjúku er heldur ikki ein nýggj ætlan. Tað hevur verið leingi ávegis. Tað var ikki fyrr enn í 2012, at eitt nýtt prosjekt lá á borðinum frá MAP Arkitektum og verulig gongd kom á hesa verkætlan.

 

Endamálið við byggingini hevur alla tíðina verið at geva búfólkunum eitt heimligt umhvørvi, betri lívskor og gjøgnum betri fysiskar karmar at stuðla og bøta um teirra sálarligu og sosialu viðurskifti. 

 

Sambært uppskotinum hjá MAP arkitektum er sambýlið ikki ein bygningur, men heldur at kalla ein býlingur av smáum íbúðareindum við uppihaldsrúmi, sovikamari og vesi. Afturat hesum er eitt felagsøki. Samanlagt 16 íbúðir á 35 fermetrar hvør.

 

Og nú komandi vikuskiftið flyta tey fyrstu búfólkini inn í nýggja sambýlið. 

Úrslit: