- Størri íløgur komandi árini
- Smærri íløgur komandi árini
- Trygt ferðslukervi við skerdum viðlíkahaldi?
- Ferðslutrygd
- Strandfaraskip Landsins – endurnýggjan av flotanum
- Ferðavinna og samferðsla
- Umhvørvi - grøn orka og heilsa
- Pendlan - knýtir økir saman
- Útoyggjar
- Tøknilig frambrot
- Fígging av samferðslukervinum
STØRRI OG SMÆRRI ÍLØGUR KOMANDI ÁRINI
Arbeiðið at planleggja verkætlanirnar, nevndar í Samferðsluætlanini,
tekur støði í ymsum planleggingaramboðum. Nakrar mannagongdir innan planlegging og amboð eru viðgjørd niðanfyri, har ‘mobility management’ og tær ‘fýra meginreglurnar’ fyri burðardygga planlegging verða lýst nærri.
Verkætlanirnar vera lýstar fyri seg í egnum parti. Fyrst við stuttari lýsing av verandi umstøðum, síðani eini lýsing av viðgjørdum loysnum við kostnaðarmeting og at enda einum tilmæli. Verkætlanirnar eru ikki settar upp í raðfestari røð, men eru skipaðar landafrøðiliga frá norðast til sunnast í landinum.
TRYGT FERÐSLUKERVI VIÐ SKERDUM VIÐLÍKAHALDI?
Skilagott viðlíkahald og rakstur kann tryggja, at tær íløgur, gjørdar eru í samferðslukervið, ikki missa virðið ella fella í órøkt. Fyrst er eitt ítøkiligt yvirlit yvir forfallið á undirstøðukervinum gjørt og síðani ein ætlan fyri, hvussu hetta kann bøtast aftur.
FERÐSLUTRYGD
Viðvíkjandi ferðslutrygd á vegunum er yvirskipaða málið at arbeiða fram ímóti nullhugsjónini, meðan ítøkilig mál eru t.d. at gera vegakervið ferðslutryggari við ymsum ferðslutrygdartiltøkum á vegum og í tunlum.
STRANDFARASKIP LANDSINS - FERJUFLOTIN MÁ ENDURNÝGGJAST
Føroysku ferjurnar lúka ikki krøvini, ið vera sett ferðamannaskipum í dag, og ferjurnar eru í veruleikanum samberiligar við ellisakfør.
FERÐAVINNA OG SAMFERÐSLA
Eitt væl virkandi og væl hildið undirstøðukervi og skip, ið lúka neyðugar treytir fyri ferðafólkaflutningi, eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir eini blómandi ferðavinnu. Við vaksandi ferðavinnuni verður tað alsamt meira neyðugt at taka atlit at føroyska vegakervinum, sum í verandi løtu ikki í nóg stóran mun verður viðlíkahildið ella dagført.
UMHVØRVI – GRØN ORKA OG HEILSA
Náttúran verður ávirkað av fleiri verkætlanum, ið vera framdar í vegakervinum, og umhugsni um dálking og nýskipan av orkunýtslu eigur at raðfestast. Fyrilit eigur at vera tikið til náttúruna, tí jarðfrøðiliga og fagurfrøðiliga, og tað eigur altíð at verða ein natúrligur partur av planleggingararbeiðinum at menna og halda okkara samferðslukervið á høgum støði.
Harafturat eigur fólkaheilsa at hugsast inn í arbeiðið, og í tí sambandi mennast ein súkkluætlan.
PENDLAN - KNÝTIR ØKIR SAMAN
Pendlaramynstrið í Føroyum er í støðugari broyting, og tað er samsvarandi einum munandi batnaðum framkomuleika hjá føroyingum. Víst verður á nøkur av verandi pendlaraplássunum í Føroyum, og hvørji eiga at vera útbygd og/ella gjørd av nýggjum.
ÚTOYGGJAR
Fólkatalið í útoyggjum er einans 0,42 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Hetta merkir ikki, at útoyggjarnar ikki hava ómetaliga stórt virði fyri Føroyar. Landsverk hevur verið í samskifti við Útoyggjafelagið og viðkomandi kommunur um undirstøðukervið á útoyggj.
TØKNILIG FRAMBROT
Tøknin mennist í hvørjum, og framtíðarfilmarnir við sjálvkoyrandi og flúgvandi bilum, sum vit kenna frá 20-30 árum síðani, tykjast at vera nærri veruleikanum. Við tøkniliga frambrotinum koma stórar broytingar, ið vit øll mugu vera fyrireikaði til. Undirstøðukervið eigur altíð at vera smidligt, tí tað krevur vinnulívið, búsetingarplássini, heilsuøkið, útbúgvingin og trivnaðurin í samfelagnum.
Føroyingar mugu tí verja verandi undirstøðukervi, og fremja neyðugu ábøturnar, áðrenn ov seint er. Um verandi undirstøðukervið verður viðlíkahildið, kann tað tillagast nýggjastu tøknini við tiltøkum, so hvørt hetta gerst neyðugt. Sum støðan er nú, er langt á mál at lyfta støðið upp á verandi vegakervi, soleiðis at tað lýkur øll nútíðar krøv til ferðsluverkløg.
FÍGGING AV SAMFERÐSLUKERVINUM
Undirstøðukervið er alneyðugt fyri eitt vælvirkandi samfelag, men tað kostar sjálvandi pening at útbyggja og reka. Nøkur lyklatøl vera borin fram, ið lýsa støðuna viðvíkjandi manglandi viðlíkahaldi. Játtanin til rakstur og viðlíkahald er minkað nógv seinnu árini. Dagsins játtan verður samanborin við játtanina í 1996, og víst verður á, at um játtanin tá verður framroknað, og hædd tikin fyri inflasjón, var nóg mikið til viðlíkahald og innheinting av eftirsleipi.
Ymisk gjøld verða lýst, ið kunnu tillagast ella setast í verk, sum skrásetingargjald, vegskattur, brennioljugjald, MVG, tunnilsgjald, bummgjald, gjaldsringar, ‘roadpricing’ og ferðaavgjøld. Strandferðslan og Landsverk mæla til, at verður ein gjaldsskipan sett í verk fyri at fíggja samferðslukervið, skal samhaldsfestið varðveitast, ið annars er eyðkennandi fyri verkætlanirnar í samferðslukervinum.