Samanseting avavgjøldum

At enda kann hyggjast eftir, hvussu nøkur gjøld kunnu setast saman, soleiðis at eitt av gjøldunum ikki einsamalt verður hækkað ov nógv. Útgangsstøðið er at fáa 50 mió. krónur afturat inn árliga, soleiðis at samlaða játtanin er 90 mió. krónur. Henda upphædd nøktar verandi støði og heintar inn eftirsleipið yvir 15-20 ár. Her eru fleiri møguleikar fyri tillagingum, har hækkingar verða framdar fyri øll avgjøldini, soleiðis at ein hækking ikki er ov stór í einum ávísum avgjaldi.

Í dag eru tvey grundleggjandi gjøld inni í skipanini. Annað er vegskatturin, sum er eitt samhaldsfast gjald, har øll gjalda uttan mun til, hvussu nógv tey koyra. Gjaldið er bundið at tyngdini á bilinum. Tá ið tú keypir ein bil, kanst tú velja at keypa ein minni bil fyri at fáa lægri vegskatt. Skrásetingargjaldið á nýggjum bilum kann eisini roknast upp í hesa upphædd.

Hitt gjaldið er oljuavgjaldið, og tað er meira at rokna sum eitt nýtslugjald, har tann, ið koyrir meira, rindar meira. Afturat hesum báðum er ferðagjaldið. Um ferðafólk eisini skulu gjalda eitt sindur meira til føroyska undirstøðukervið, kann tað gjaldið tillagast.

EIN SAMANSETING KANN TIL DØMIS VERA:

» Brennioljugjald - 36.500.000 litrar

» Vegskattur – 27.000 akfør

» Ferðaavgjald – 202.096 ferðafólk í 2018

Hækkar prísurin av brenniolju við 0,40 kr.,
hækka inntøkurnar 14,6 mió. kr.

Hækkar vegskatturin við 500 kr.,
hækka inntøkurnar 13,5 mió. kr.

Hækkar ferðaavgjaldið við 50 kr.,
hækka inntøkurnar 23 mió. kr.

Við oman fyri standandi framferðarhátti kunnu 51,1 mió. krónur meira fáast til vega, soleiðis at Landsverk samanlagt fær 90 mió. krónur til at halda landsvegirnir og heinta inn eftirsleipið. Øll tølini eru frá 2016.

Við hesum gjaldshátti nýtist ikki at seta gjaldsstøðir upp. Við gjaldsstøðunum 
verður eisini tikið meira peningur inn, enn tað er neyðugt í mun til tað, 
sum brúk er fyri, tí tær eru dýrar at umsita.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: